Tríggir kvinnuligir og seks mannligir compoundskjúttar og ein kvinnuligur recurveskjútti hava teknað seg til FM uttandura
Leygardagin klokkan 10 verður FM í uttandura bogaskjóting skotið í gongd á skjótibreytini í Hoydølum.
Líkindini at skjóta síggja út til at verða nøkulunda tey somu leygardagin og sunnudagin, og BSKF-nevndin gjørdi tí av at velja tann fyrra dagin.
Kappingin verður skipað sum 720-umfar, har skotið verður tvær ferðir 36 pílar. Einsamalli recurveskjúttin skjýtur í 70 metur frástøðu, og frástøðan hjá compoundskjúttunum er 50 metrar.
Byrjað verður við trimum upphitingarumførum.
FM-kappingin hjá mannligu recurve-skjúttunum hevur verið, hon bleiv framskundað til 16. august.
Bogaskjótisamband Føroya, Postsomga 254, 110 Tórshavn. V-tal: 454869
Fróði Heri Poulsen, formaður. tlf: +298 225287
sep. 2026