Fyrsta innandurakappingin í vetur verður í Havn 7. og 8. november
Tambar eru vertir fyri fyrstu innandurakappingini í bogaskjóting í vetur, sum verður í Havn næsta vikuskifti, 7. - 8. november.
Leygardagin 7. november kappast U12 (8 metur frástøða) og U16 (12 metur frástøða), og sunnudagin 8. november kappast U18 og tey vaksnu – seniorarnir í 18 metur frástøðu.
Báðar dagarnar byrjar kappingin klokkan 14 og upphitingin ein hálvan tíma áðrenn.
Fyrivarni verður tikið fyri, at broytingar kunnu henda í skránni fyri kappingina.
Leinki at tekna seg er HER.
GG! Seinasta freist at tekna seg er týskvøldið 3. november á midnátt.
Bogaskjótisamband Føroya, Postsomga 254, 110 Tórshavn. V-tal: 454869
Fróði Heri Poulsen, formaður. tlf: +298 225287
nov. 2026